Ákæruvaldið skotið dóm inn fyri landsrættin

Ákæruvaldið skotið dóm inn fyri landsrættin
Føroya rættur dømdi ein 32 gamlan mann treytaleysa fongsulsrevsing í eitt ár og níggju mánaðir, men ákæruvaldið kravdi forvaring ella fongsul í hálvt sætta ár
Ákæruvaldið er ikki nøgt við dómin í Føroya rætti, og hevur skotið málið inn fyri landsrættin.
 
22.09.2021 - 10:22

Málið um 32 ára gamla mannin, sum herfyri var fríkendur í Føroya rætti fyri at hava havt samlegu við sína egnu dóttur, er skotið inn fyri Eystara landsrætt.

Ákæruvaldið hevur kært dómin.

Maðurin fekk eitt ár og níggju mánaða treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya rætti fyri millum annað barnaporno og annað kynsligt samband enn samlegu við dóttur sína og blygdanarskemd móti henni og einari gentu, sum hann er skyldur við.

Hann var dømdur fyri 11 brot.

Forvaring ella fongsul

Ákæruvaldið kravdi forvaring, trygdarvarðhald, ella ikki minni enn fimm og hálvt árs fongsul, tá málið var í Føroya rætti.

Maðurin varð eisini dømdur at gjalda dóttur sínari 30.000 kr. og hinari gentuni 15.000 kr. fyri tort. 

Eisini avgjørdi Føroya rættur, at hann ikki einsamallur má vera saman við fólki, sum er yngri enn 18 ár. Og hann skal missa tvær snildfonir og eina farteldu.

Maðurin hevur longu sitið góðar 11 mánaðir í varðhaldi.

Hann varð tikin 12.oktober í fjør, tá hann kom til Havnar við Norrønu. Hann varð tikin, tí hann royndi at smugla hash. Talan var um 21 og hálvt gramm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. juli
Radio Stjernekilde - Partur 8
209134
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Nýggjastu sendingar í SV