Tríggjar orsøkir til, at Eivind sigldi á Flesjarnar

Tríggjar orsøkir til, at Eivind sigldi á Flesjarnar
Danska skaðanevndin hevur kannað tilburðin
Frágreiðing er nú skrivað um tilburðin, tá Eivind sigldi á Flesjarnar 2. august.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.09.2021 - 08:07

Trý viðurskifti gjørdu, at línuskipið Eivind sigldi á Flesjarnar 2.august.

Tað sigur danska skaðanevndin, Den Maritime Havarikommission, sum hevur kannað tilburðin.

Hugsavnaði seg ikki um siglingina

Eina orøkin var fjarstøðumetingin hjá skiparanum. Hann helt, at fjarstøðan til vitan á Flesjunum var størri enn hon veruliga var.

Ein onnur orsøk var tann, at skiparin ikki legði so stóran dent á elektronisku sjókortini, tí hann kendi farleiðina. Hann varnaðist ikki, at sjókortið boðaði frá grunnum vatni framman fyri stavn.

Triðja orsøkin var, sambært skaðanevndini, at skiparin tosaði við maskinmeistaran um blackoutið, teir høvdu í Havn.

Skiparin hugsavnaði seg tí ikki út í æsir um sjálva siglingina. 

Hjálparmotorarnir steðgaðu

Sambært frágreiðingini hjá donsku skaðanevndini steðgaðu báðir hjálparmotorarnir, júst sum Eivind hevði loyst í Havn.

Men teir komu skjótt í gongd aftur.

Hvør sær plaga hesar tríggjar orsakirnir ikki at elva til trupulleikar, hóast tær eru óvanligar, men allar tríggjar saman gjørdu tað.

Helt seg vera á aðrari posisjón

Samanumtikið helt skiparin, at skipið var statt á einari aðrari posisjón enn skipið veruliga var.

Eivind var á veg til Kollafjarðar av Havnini, tá óhappið hendi.

Tveir menn, skiparin og maskinmeistarin, vóru við Eivindi, tá hann sigldi á Flesjarnar 2.august.

Danska skaðanevndin sigur, at trý viðurskifti gjørdu, at Eivind sigldi á Flesjarnar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585