Bárður og Mette hava fund um samstarvsráðið

Bárður og Mette hava fund um samstarvsráðið
Danski forsætisráðharrin hevur givið Føroyum og Grønlandi lyfti um sjónligari og virknari leiklut í sambandi við Arktiska ráðið
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, og Mette Frederiksen, forsætisráðharri. Í næstu viku hava tey fund um samstarvsráðið í verju- og trygdarspurningum.
 
29.09.2021 - 10:38

Í næstu viku fer Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, á fund við Mette Frederiksen, forsætisráðharra, um m.a. nýggja samstarvsráðið, sum skal tryggja, at Føroyar og Grønland verða betur hoyrd í trygdar- og verjupolitiskum spurningum.

Á ríkisfundinum í juni í ár gav Mette Frederiksen Føroyum og Grønlandi lyfti um, at tey skulu hava sjónligari og virknari leiklut í samband við Arktiska ráðið, og tí varð samstarvsráð fyri Ríkisfelagsskapin stovnað. 

Formaðurin í grønlendska landstinginum, Mute B. Egede, fer á fund við forsætisráðharran, um hvussu samstarvsráðið endaliga skal skipast,  í hesi vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221