ICES mælir til at fiska minni av øllum uppsjóvarfiski

ICES mælir til at fiska minni av øllum uppsjóvarfiski
Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini verið 20-25 prosent prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina
ICES væntar, at makrelfiskiskapurin í ár verður 40 prosent størri, enn ráðgevingin hevur mælt til.
 
30.09.2021 - 11:29

Millumtjóða stovnurin fyri havrannsóknar, ICES, mælir til at skerja kvoturnar á øllum uppsjóvarfiski næsta ár.

Mælt verður til, at makrelkvotan minkar sjey prosent, niður í 795.000 tons, svartkjaftakvotan 19 prosent, niður í 753.000 tons, og mælt verður eisini til, at kvotan av norðhavssild minkar átta prosent, niður í sløk 600.000 tons.

Nógvur fiskiskapur og lítil tilgongd

ICES sigur, at gýtingarstovnurin av makreli er oman fyri burðardygga markið, men av tí fiskiskapurin er vaksin nógv í ár, verður mett, at veiðitrýstið við árslok í ár verður oman fyri markvirðið.

Tilgongdin í svartkjaftastovninum hevur verið vánalig síðanni 2017, og tí minkar stovnurin. Veiðitrýstið hevur síðani 2014 ligið oman fyri burðardygga hámarkið.

Gýtingarstovnurin av norðhavssild er minkaður støðugt frá 2008 til 2020. Men góði árgangurin frá 2016 er vorðin búgvin, og tí kvinkaði gýtingarstovnurin eitt vet uppeftir. Hann liggur nú oman fyri burðardygga markið.

ICES sigur, at tilgongdin síðani 2016 hevur verið vánalig, og veiðitrýstið á svartkjafti hevur síðani 2019 verið oman fyri burðardygga markið.

40 prosent størri veiða

Fiskiskapurin eftir sild, makreli og svartkjafti hevur seinastu árini verið 20-25 prosent oman fyri vísindaligu ráðgevingina, tí ósemja hevur verið um býtið av stovnunum. Í ár verður makrelfiskiskapurin væntandi 40 prosent størri, enn ICES hevur mælt til, um øll londini fiska alt, sum tey hava boðað frá. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425