Rumenia í stjórnarloysi

Rumenia í stjórnarloysi
Stórur meiriluti var fyri misálitisuppskotinum á forsætisráðharran, Florin Citu. Eingin atkvøddi ímóti
Stjórnin hjá rumenska forsætisráðharranum, Florin Citu, er fallin.
Mynd: RitzauScanpix  
 
06.10.2021 - 10:31

Rumenia er í stjórnarloysi, eftir at ein meiriluti í tjóðartinginum í gjár samtykti eitt misálitsuppskot á forsætisráðharran, Florin Citu, og hansara minnilutastjórn. 

Tað skrivar miðilin, Politico. 

Andstøðuflokkarnir, "Sosialdemokratiski flokkurin" (PSD) og víðgongdi høgraflokkurin "Fylkingin fyri Sameiningina av Rumenia" (AUR) atkvøddu fyri misálitinum saman við flokkinum "Samgongan fyri at bjarga Rumenia", USR, sum fyri fýra vikum síðani var partur av stjórnini hjá Florin Citu. 

49 ára gamli Florin Citu hevur staðið á odda fyri eini miðstjórn síðani desember í fjør. 

281 tinglimir atkvøddu fyri misálitinum, ið er væl meira enn teir 234 tinglimirnir, sum skulu til fyri at samtykkja eitt misálit. 

Eingin atkvøða ímóti

Eingin atkvøddi var ímóti misálitinum, tí stjórnarflokkurin - Tjóðskaparligi Liberali Flokkurin - og teirra sameindu boykottaðu atkvøðuna. 

Politiska støðan í Rumenia hevur verið fastlæst seinastu vikurnar, eftir at talið av deyðum av koronafarsóttini er vaksið. Tað hevur heldur ikki  eydnast stjórnini á fáa gongd aftur á búskapin. 

Klaus Iohannis, forseti, eigur nú næsta leikin í politiska talvinum í Rumenia. Hansara uppgáva er at velja ein nýggjan forsætisráðharra. 

Summir politiskir eygleiðarar hava víst, at ein møguleiki er at velja Florin Citu av nýggjum, fyri at fáa andstøðuflokkarnir at krevja nýval.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558