Vilja meira ímóti ukreinum

Vilja meira ímóti ukreinum
Hóast Ukreina eisini er eitt sterkt mótstøðulið, ætla kvinnurnar á fótbóltslandsliðnum at flyta liðið longur fram á vøllin í mun til dystirnar í september, og liðið er sett:
Kára Djurhuus byrjar inni ímóti Ukreina í dag
Mynd: Bjarni Enghamar/FSF  
 
21.10.2021 - 15:22

Í dag spælir føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum sín triðja HM-undankappingardyst á hesum sinni.

Farna mánaða varð tað til tvey stórtap - 10-0 á heimavølli ímóti Spania og 7-1 ímóti Skotlandi á Hampden Park - og hóast Ukreina eisini er eitt sterkt lið, hava føroysku kvinnurnar ætlanir um betri spæl og úrslit.

 - Ukraina er avgjørt eitt sera gott lið, men tær tykjast eisini spæla við eitt sindur størri váða enn serliga Spania, men eisini Skotland. Tað vóna vit sjálvandi at kunna brúka til okkara fyrimun, og vit fara at royna at flyta okkara verjuspæl longur fram á vøllin, soleiðis at vit vónandi kunnu skapa meira, enn vit hava megnað, sigur Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Ukreina hevur ongan dyst spælt í undankappingini enn.

Føroyska liðið: Óluva Allansdóttir Joensen; Ásla Johannesen, Sarita Maria Mittfoss, Rakul Maria Johannesen, Birita Ryan, Kára Djurhuus; Sanna Svarvadal, Olga Kristina Hansen, Heidi Sevdal; Julia Naomi Mortensen og Maria Biskopstø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303