Høgni silvur í sterkari kapping

Høgni silvur í sterkari kapping
Taekwondo: Høgni Kunoy Dávason vann í dag silvur í juniorbólkinum í sterku Dutch Open-kappingini
Høgni Kunoy Dávason fekk silvur í Dutch Open um vikuskiftið
Mynd: Hwarang Føroyar á facebook  
 
24.10.2021 - 14:34

Høgni Kunoy Dávason vann í dag silvur í juniorbólkinum í Dutch Open-kappingini.

Hann kappaðist í -63-vektbólkinum, og í finaluni tapti hann 27-7 fyri einum spanióla.

Í fyrsta og øðrum umfari vann føroyski íðkarin á Fraklandi og Spania. Hálvfinaluna vann hann uttan dyst, tí Holland varð kolldømt.

Høgni Kunoy Dávason kappaðist eisini í seniorbólkinum. Har vann hann í fyrsta umfari, áðrenn hann tapti annan dystin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659