USA hevur herfólk í Taivan

USA hevur herfólk í Taivan
Forsetin í landinum sigur, at hóttanin úr Kina veksur hvønn dag
Tsai Ing-wen, forseti í Taivan, viðgongur nú, at USA hevur herfólk í landinum. Spenta støðan millum Taivan og Kina er eisini vorðin ein partur av ósemjuni millum USA og Kina.
 
28.10.2021 - 16:06

Forsetin í Taivan, Tsai Ing-wen, viðgongur nú tað, sum fleiri hava illgitt um í áratíggju. Amerikanski herurin er í Taivan

Amerikanskir hermenn eru í Taian, har teir hjálpa til at venja lokalu taivansku hermenninar.

Hetta sigur forsetin í Taian í samrøðu við CNN. Hon greiðir eisini frá, at hóttanin úr Kina veksur hvønn dag.

Støðan millum Taivan og Kina hevur leingi verið spent. Og Kina ger alsamt meir um seg í suðurkinesiska havinum. Javnan flúgva kinesisk hernaðarflogfør inn í taivanskt loftrúm. 

Tað elvir til stúran hjá taivansku myndugleikunum, serliga tí Kina tvíheldur um, at Taivan er ein partur av Kina, og eigur at vera undir kinesiskum valdi.

Taivan brynjar seg til kríggj

Gongdin seinastu tíðina hevur fingið Taivan at brynja seg til kríggj, og í ár gjørdi landið av at hækka útreiðslurnar til verju upp í 95 milliardir kr.

Kina hevur leingi hótt Taivan, og sum gongdin er nú, er ikki óvist, at Kina fer at gera innrás í Taivan, halda eygleiðarar.

Spenta støðan millum Taivan og Kina er eisini vorðin ein partur av ósemjuni millum USA og Kina. Serliga, nú Taivan váttar, at amerikanski herurin er staddur í landinum.

Í síðstu viku ávaraði kinesiska stjórnin um, at USA skal ikki leggja seg út í stríðið millum Kina og Taivan.

Wang Webin, sum er talsmaður fyri kinesiska uttanríkisráðið, segði við altjóða miðlar, at "amerikanarar skulu vera varnir, tá teir úttala seg um Taivan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659