Vilja hava gjald fyri at parkera í Havn

Vilja hava gjald fyri at parkera í Havn
Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta arbeiðsbólk, sum m.a. skal viðgera spurningin um parkeringartunnil við Skálatrøð
Tórshavnar kommuna vil hava gjald fyri at parkera í Havn.
 
29.10.2021 - 10:36

Tórshavnar býráð hevur enn einaferð heitt á landsstýrið um at fáa loyvi at taka pengar frá teimum, sum seta bilin frá sær í Havn.

Býráðið samtykti einmælt í gjárkvøldið enn einaferð at heita á landsins myndugleikar um at fáa heimild til at seta gjaldsparkering í verk í Havn.

Býráðið samtykti eisini at seta innanhýsis arbeiðsbólk at gera yvirskipaða tørvslýsing, fáa ráðgeva at gera skitsuprojekt og kostnaðarmeting og játta 500.000 kr. til hetta í sambandi við parkeringartunnil við Skálatrøð.

Sambært upprunaliga uppskotinum, sum var samtykt í mai 2019, er tunnilin við Skálatrøð ein kilometur langur. Har verður pláss fyri 700 bilum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101