WHO: Ein hálv millión evropearar fara at doyggja av koronu í vetur

WHO: Ein hálv millión evropearar fara at doyggja av koronu í vetur
Heimsheilsustovnurin ávarar um nógva koronusmittu í Europa, og stovnurin sigur seg bera ótta fyri, at ein hálv millión fólk í Europa kunnu doyggja av koronu í vetur
Korona ger eisini um seg í Evropa, og WHO óttast, at nógv fara at doyggja
Mynd: Jens Thaysen/Jysk Fynske Medier/Ritzau Scanpix  
 
05.11.2021 - 10:09

Tað er ikki bara í Føroyum, at koronasmittan aftur ger um seg í Evropa, og tað fær heimsheilsustovnurin, WHO, at rópa varskó.

WHO sigur seg bera ótta fyri, at ein hálv millión fólk í Europa kunnu doyggja av koronu í vetur, skrivar Reuters.

WHO vísir á, at nú veturin nærkast, vísa smittutølini seg at vaksa sera skjótt, og gongdin er vandamikil. 

Gongdin er ógvuslig í teimum 53 londunum, sigur økisleiðarin hjá WHO í Europa, Hans Kluge.

Hann hevur fyrr ávarað um, at sum gongdin er nú, so er ikki óvist, at evropeisku londini í februar fara at hava staðfest 500.000 deyðsføll við koronu, um verandi gongd heldur fram.

Tað er serliga í londunum í eysturevropa at smittan breiðir seg, men eisini í londum í vestureuropa, eitt nú Týsklandi, Bretlandi og  Eysturríki. 

Eisini í Danmark veksa smittutølini aftur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308