Hægstirættur: Í lagi at revsa harðari í Føroyum

Hægstirættur: Í lagi at revsa harðari í Føroyum
Hóast revsirætturin er yvirtikin, er revsingin fyri rúsevnisbrot framvegis harðari í Føroyum enn í Danmark
Hægstirættur hevur staðfest dómin í nevningatingi í Føroya rætti um fimm ára fongsul fyri rúsevnasmugling.
 
11.11.2021 - 09:05

Tá Føroyar yvirtóku revsirættin í 2010, var einki gjørt fyri at broyta revsingina fyri rúsevnisbrot í Føroyum.

Tí er revsingin framvegis harðari í Føroyum enn í Danmark.

Og tað staðfesti Hægstirættur í gjár. 

Hann gjørdi av, at tað er í lagi at revsa harðari í Føroyum.

Lógarbrot, sum geva til dømis trý ára fongsul í Danmark, geva fýra ella hálvt fimta ár í Føroyum.  

Staðfesti dóm í nevningatingi

Hægstirættur staðfesti dómin, fimm ára fongsul, sum eitt nevningating í Føroya rætti í summar gav einum manni fyri at royna at smugla knappliga eitt kilo av amfetamini til Føroya.

Hann var eisini funnin sekur í at hava 150 gramm av MDMA og 400 gramm av hashi í bústaði sínum í Danmark.

Í Hægstarætti kravdi ákærdi maðurin linari revsing. Ákæruvaldið kravdi harðari revsing enn fimm ár.

Vinningurin størri í Føroyum

Orsøkin til harðari revsing í Føroyum er millum annað tann, at vinningurin av at selja rúsevni í Føroyum er nógv størri enn í Danmark.

Í 2019, tá ákærdi maðurin var tikin, kostaði grammið av amfetamini 800 krónur í Føroyum. 

Tað kostaði 30 til 150 kr. í Danmark í tíðarskeiðinum januar 2019 til februar 2021, tó kostaði grammið 150-300 kr. á Bornholm.

Í ár kostar eitt gramm av amfetamini 500 kr. í Føroyum.  

Hægstirættur hevur fyrr staðfest, at tað er í lagi at geva harðari revsing í Grønlandi enn í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485