Landsstýrið ætlar at yvirtaka farsóttarlógina

Landsstýrið ætlar at yvirtaka farsóttarlógina
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, leggur málið fyri landsstýrisfund í dag
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at yvirtøkan av farsóttarlógini fer at hava við sær, at tað verður lættar hjá føroyskum myndugleikum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja.
 
16.11.2021 - 08:26

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fer á landsstýrisfundi í dag at skjóta upp, at farsóttarlógin, sum er danskt málsøki, kemur á føroyskar hendur.

Heilsumál eru sermál, sum sambært heimastýrislógini kunnu yvirtakast heilt ella partvís uttan nærri samráðingar, tá Løgtingtingið sjálvt vil tað.

Mett verður, at yvirtøkan av farsóttarlógini fer ikki at hava eyka fíggjarligar útreiðslur við sær, tí landið longu frammanundan rindar allar útreiðslur av farsóttarlógini í Føroyum.  

Yvirtaka skal hava við sær, at tað verður lættari hjá føroysku myndugleikunum at taka skjótar avgerðir, tá farsóttir herja.

Í løtuni er tað trupult, tá málsøkið er danskt, sigur landsstýrismaðurin við heimasíðuna hjá Heilsumálaráðnum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751