Nú standa 12.400 milliardir í norska oljugrunninum

Nú standa 12.400 milliardir í norska oljugrunninum
Grunnurin er vaksin 1.000 milliardir seinasta mánaðin.
So hvørt tað fløðir í oljugrunnin, sleppur stjórnin Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, at brúka meira pening.
Mynd: RitzauScanpix  
 
22.11.2021 - 08:57

Norski oljugrunnurin setti fríggjadagin met, tá hann vaks við 1.000 milliardum norskum krónum seinsta mánaðin, og er nú 12.400 milliardir.

Miðskeiðis í oktober vóru 11.400 milliardir norskar krónur í grunninum.

Hetta er størsta virðið, sum oljugrunnurin nakrantíð hevur havt, skrivar E24.

Almenna virðið í grunninum verður kunngjørt hvønn ársfjórðing.

Støre fær meiri at brúka

Hvørja ferð, at oljugrunnurin veksur við 100 milliardum, fær norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, tríggjar milliardir meira at brúka næsta ár.

Tað merkir, at um virðið heldur sær til á nýggjárinum, fær norska stjórnin 370 milliardir norskar krónur at brúka.

Við virðinum, sum var miðjan oktober, hevði tøka upphæddin verið 340 milliardir norskar krónur. 

Stjórnin hjá Støre skeyt her fyri upp at brúka somu upphædd næsta ár, sum stjórnin hjá Solberg mælti til fyrr í heyst, ella 322 milliardir norskar krónur. 

Men Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin eru nú í samráðingum um fíggjarlógina við Sosialistiska Vinstraflokkin, sum vil minka fíggjarlógina næsta ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860