Belgia átalar korrupsjón í Kongo

bannari
23.11.2021 - 08:44
AktueltÚtheimurin
Belgia átalar korrupsjón í Kongo
Demokratiska Lýðveldið Kongo er fyrrverandi belgiskt hjáland
Alexander De Croo, forsætisráðharri í Belgia, talar at viðurskiftunum í fyrrverandi hjálandinum, sum nú eitur Demokratiska Lýðveldið Kongo.
 

Í Belgia hevur forsætisráðharrin, Alexander De Croo, átalað tað, sum er komið fram um viðurskiftini í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

Korrupsjón kann undir ongum umstøðum góðtakast, sigur belgiski forsætisráðharrin.

- Í hesum føri eru tað eisini tey veikastu, sum mugu svíða fyri tað, sigur hann við belgiska De Standaard.

Dátuleki

Fyrr í ár fekk felagskapurin PPLAAF fatur í rúgvismiklum dátuleka, tann størsti higartil á afrikanska meginlandinum, úr afrikanska BGFI-bankanum.

Har verður avdúkað, at fyrrverandi forsetin í Kongo, Joseph Kabila, hevur saman við vinum og skyldfólki brúkt fólksins pengar at byggja sær sítt egna handilsveldið.

De Croo var menningarmálaráðharri frá 2014 til 2020. Tá átalaði hann eisini javnan viðurskiftini í Kongo.

Tað ringasta er at ræna

Verandi menningarmálaráðharri í Belgia, Meryame Kitir, hevur eisini átalað fyrrverandi forsetan í Kongo.

- Tað ringasta, sum ein stjórn kann gera, er at ræna pengar úr ríkiskassanum. Vit vilja gera okkara fyri at stuðla nýggju stjórnini í at steðga korrupsjónini, sigur hann við De Standaard.

Demokratiska Lýðveldið Kongo er fyrrverandi belgiskt hjáland.

Belgia sendi Kongo 87 milliónir evrur í menningarhjálp í fjør.

LES MEIRA UM VIÐURSKIFTINI MILLUM BELGIA OG DEMOKRATISKA LÝÐVELDIÐ KONGO HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. januar
Morgunlestur mánadagur 17.januar 2022
133929
Sunnudag 16. januar
Credo: Eitt barnaheim í Bangladesh.
134065
Leygardag 15. januar
Brunsj við Reiley
134080
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. januar
3-2
134104
Sunnudag 16. januar
Hondbóltur: Luksemburg - Føroyar
134089
Sunnudag 16. januar
Hvør veit?
134088
Sunnudag 16. januar
Andakt við Christiani Gabrielsen
134087
Sunnudag 16. januar
Hondbóltur: Italia - Føroyar
134086