Noreg útflutt fiskavørur fyri 96 mia. kr. í ár

Noreg útflutt fiskavørur fyri 96 mia. kr. í ár
Londini, sum keypa mest úr Noregi, eru Pólland, Danmark, Frakland, Holland og USA
115 lond keypa fiskavørur úr Noregi, umleið 20 fleiri enn fyri 10 árum síðani.
 
26.11.2021 - 13:15

Tað gongur væl við norska útflutninginum av fiski.

Í oktober var útflutningurin 11,2 milliardir kr., og hann er væl størri enn í fjør.

Útflutningurin av fiskavørum er higartil í ár 95,9 milliardir kr., upplýsir norska útflutningsráðið.

Fleiri lond keypa norskar fiskavørur, tey eru 115, næstan 20 fleiri enn fyri 10 árum síðani.

Londini, sum keypa mest úr Noregi, eru Pólland, Danmark, Frakland, Holland og USA.

Meginparturin laksur 

66 prosent av útflutninginum í oktober var laksur. Nøgdin minkaði eitt sindur, men virðið vaks 14 prosent.

Útflutningurin av sild var tann besti í 10 ár, 50.000 tons, fyri 661 milliónir kr.

Londini, sum keypa mest av sild, eru Egyptaland, Týskland og Pólland

Norski fiskimálaráðharrin, Bjørnar Skjæran, sigur, at ætlanin er at vaksa um norska útflutningin av øðrum enn olju og gassi við eini helvt fyri 2030, og har er fiskur ein góður møguleiki, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
215961
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860