Kinesarar rinda pengar til Kabilanetið á kontu í BankNordik

bannari
Kinesarar rinda pengar til Kabilanetið á kontu í BankNordik
- Okkara fatan er, at tá tú flytur pengar til Føroya, er tað fyri at gera Kabila nøgdan. Hetta hevur øll eyðkennini fyri mutur, sigur Douglas Gillison frá The Sentry í USA.
Myndina eigur Mediapart
 
29.11.2021 - 18:21

Eftir at Laurent-Désiré Kabila, fyrrverandi forseti í Kongo, var myrdur í 2001, gjørdu ráðgevar tætt við forsetaembætið av, at sonur hansara, Joseph Kabila, skuldi taka við sum næsti ovasti í Kongo. Tá hann vann fyrsta valið við fólkaatkvøðu fimm ár seinni, vóru avbjóðingarnar hjá nýggja forsetanum ovurhondsstórar. Eftir áratíggju við kríggi í landinum vóru milliónir myrd, og infrakervið í landinum í sorli.

Fyrstu árini eftir valið var støðan framvegis ring. Hvørt sólsetur førdi við sær bølamyrkur fyri bróðurpartin av fólkinum í landinum, sum als ongan streym hevði. Kongo var í neyð eftir at fáa vegir bygdar, at fáa nóg mikið av el-orku til landið og toksamband millum miðdeplarnar í landinum.

 

Kongo var í stórari skuld. Landið átti ikki pengarnar til at reisa seg eftir oyðileggjandi krígsárini. Men landið átti ráevni. Ráevni, sum eru altavgerandi fyri tøkniligu menningina í heiminum. Í grundini ganga vit øll við einum petti av Kongo í lummanum dagliga. Í fartelefonum, farteldum og øðrum avgerandi tøkniligum vørum eru ráevni, sum gera tað møguligt, at finna undir fótunum á einum av fátækastu fólkunum í heiminum.

 

Kina skuldu frelsa Kongo

Í 2007 gjørdi stjórnin hjá Kabila eina risastóra avtalu við tvær fyritøkur, sum kinesiski staturin átti í. Endamálið var, at kinesisku fyritøkurnar skuldi endurbyggja Kongo. Afturfyri skuldu kinesisku fyritøkurnar fáa fatur á ráevnum í Kongo. Við avtaluni var fyritøkan Sicomines stovnað, og beinanvegin var samstarvið rópt ”aldarinnar sáttmáli”. Kongolesiska minufyritøkan, sum staturin átti, átti 32 prosent í fyritøkuni.

 

Men tað gekk ikki sum ætlað. Fleiri forðingar vóru á vegnum, og í 2012 var einki veruligt arbeiði byrjað. Men síðst í desember 2012 verður ein fyritøka stovnað. CCC – Congo Construction Company – eitur fyritøkan, og stjórin er kinesiski fíggjarmaðurin, Du Wei. At síggja til var Du Wei ein kærkomin semingsmaður millum partarnar, og við hansara serkønu royndum skuldi avtalan fáast at rigga fyri allar partar. Frá 2012 til 2018 var Du Wei ein av mest umráðandi kundunum í BGFI bankanum í Kongo, sum beiggi Kabila, Francis Selemani stýrdi. Sambært The Sentry var tað júst Selemani sjálvur, sum stovnaði kontuna hjá CCC í bankanum.

 

Kabila-netið skúmar róman

Longu í 2012 hevur The Sentry funnið tekin um, at pengar fóru frá Sicomine til fólk tætt knýtt at Kabila familjuni.

BGFI bankin veitir ymsum fyritøkum knýttar at avtaluni ivasom lán, og CCC rindar lánini aftur við pengum, sum hava ókendan uppruna.

 

Du Wei gerst ráðgevi hjá almenna stovninum í Kongo, sum hevur eftirlit við samstarvinum millum Kongo og Kina. BCPSC eitur almenni stovnurin, og skjøl í CongoHoldUp lekanum vísa, at hesin stovnur í fleiri ár hevur tikið pengar, sum áttu at verið brúktir til at endurbyggja Kongo, og sent milliónir víðari til fyritøkur tætt knýttar at Kabila netinum. Millum annað til MW Afritec – ein fyritøka, sum Alain Wan eigur. Alain Wan er eisini virkin í fyritøkunum hjá Kabila netinum í Føroyum.

 

Fyritøkan CCC er kjarnan av ólógliga virkseminum knýtt at avtaluni millum kinesisku fyritøkurnar og Kongo. The Sentry skrivar, at hendan fyritøkan hevur einki veruligt virksemi í byggivinnuni, ella ”construction”, sum felagið sigur seg gera.

 

- CCC er í grundini eitt millumlið, sum fær risastórar upphæddir frá fyritøkum í Kina, sum staturin átti í, ið felagið síðani flytur víðari til fólk tætt knýtt at táverandi forsetanum, Joseph Kabila, greiðir Douglas Gillison hjá The Sentry frá.

 

Pengar verða fluttir úr Kina til CCC, sum síðani flytur pengar víðari til feløg í Kabila netinum. Du Wei hevur í fleiri umførum tikið reiðan pening úr felagnum, og skjøl í CongoHoldUp vísa, at somu upphæddir síðani vísa seg í fleiri feløgunum tætt Kabila.

Tað eru tó nakrar bankaflytingar, har pengarnir ikki eru tiknir út, men heldur fluttir gjøgnum bankar til Kabila feløg. Nakrar flytingar eru beinleiðis til Føroya, á kontu í BankNordik.

 

Góð ráð dýr

Tíðliga í 2014 fingu politikkararnir í Kongo umsíðir eina lóg ígjøgnum, sum hevði við sær, at Sicomines ikki longur skuldi rinda toll ella innflutningsskattir. Nú byrjaði at ganga skjótt. Í 2015 vitjaði Joseph Kabila í Kina í sambandi við, at 70 ár vóru liðin, síðani seinni heimsbardagi endaði, og har hitti hann kinesiska forsetan, Xi Jinping, og bert tveir mánaðir seinni byrjaði Sicomine sítt veruliga virksemi.

Men har var tó framvegis ein forðing. Valdið hjá forsetanum gjørdist alsamt meira skirvisligt, tí sambært stjórnaskipanini í Kongo, kann ein forseti einans sita í tvey skeið. Og hansara seinna skeið var runnið í endanum av 2016.

Myndugleikarnir í Kongo útsettu tó valið til 2018 við tí grundgeving, at landið var ov fíggjarliga spert til at halda val, og ivi tók seg upp um, hvørt Kabila yvirhøvur ætlaði sær av valdssessinum í landinum.

Nú vóru avtalurnar millum kinesisku fyritøkurnar og Kongo í vanda. Sambært the Sentry var avtalan landanna millum ógvuliga bundin at Kabila sjálvum, og tí vóru kinesisku myndugleikarnir áhugaðir í at hjálpa Kabila at sita við valdið. Og hetta verður sambært The Sentry fyrst og fremst gjørt við, at kinesiskar fyritøkur rinda pengar til Kabilanetið.

 

Í fleiri umførum flytir Sicomine pengar til fyritøkuna, CCC. Ein teirra er, meðan kinesiska fyritøkan júst er farin undir arbeiðið at gera eitt risastórt orkuverk, sum skuldi lætta um møguleikarnar fyri at sleppa fram at ráevnunum í hesum annars orkufátæka landi, tá ið umræður atgongd til streym. Um sama mundið eru stórar mótmælisgongur í Kinshasa, tí fólki er ónøgt við, at forsetin ætlar at útseta valið, sum skuldi vera í november 2016. Trygdarlið hjá Kabila drupu meira enn 50 mótmælisfólk í sambandi við hesar mótmælisgongur.

 

Meira enn 57 milliónir krónur verða í hesum døgum fluttar frá kinesiskum fyritøkum til CCC. Liknu skjølini í CongoHoldUp vísa, at 17 milliónir av hesari flytingini enda í Føroyum:

 

- 25/11 2016 - CCC flytur áleið 10 milliónir krónur til kontu hjá All Ocean Logistics í BankNordik.

 

- 27/9 og 17/10 í 2016 – Carriers du Congo flytur í tveimum umførum tilsamans umleið sjey milliónir til Føroya. Skjøl hjá The Sentry vísa, at André Wan, stjóri í All Ocean Logistics, tekur um sjey milliónir út við at útloysa ein kekk frá CCC tann 22. september. Næstu tvær vikurnar setir hann pengarnar á kontu hjá Carriers du Congo, sum síðani flytur umleið somu upphædd til Føroya stutt eftir.

 

- Milliónirnar fara úr kinesisku fyritøkunum til CCC víðari til fyritøkur í Kabila-netinum kring allan knøttin. Ein teirra er í Føroyum. Hesar flytingarnar gjøgnum BankNordik hava øll eyðkennini fyri at vera mutur, sigur Douglas Gillison á The Sentry.

 

Vilja hava heimsmyndugleikarnar at rakna við

Amerikanski hjálparfelagsskapurin, The Sentry, arbeiðir fyrst og fremst við at avdúka korruptión í Afrika. The Sentry hevur givið út eina stóra greining av hendingunum aftan fyri leiktjøldini í sambandi við ”aldarinnar sáttmála” millum kinesiskar fyritøkur og Kongo, har tey eisini greiða frá sambandinum til Føroya. Í hesum sambandi heitir The Sentry á myndugleikar kring knøttin um at seta kanningar í verk eftir avdúkingarnar í CongoHoldUp.

 

Harímillum:

 

- At altjóða fíggjarstovnar eiga at hyggja nærri eftir avdúkingunum og seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at slíkar flytingar ikki verða framdar aftur.

 

- At ST, ES og Bretland seta kanningar í verk fyri at fáa greiðu á, um ákærur skulu reisast í málinum.

 

- At stjórnin í Kongo skal seta í verk eina ørgrynnu av átøkum fyri at avdúka lógarbrot og tryggja gjøgnumskygni og lógligt virksemi frá myndugleikunum frameftir.

 

Les alla rapportina hjá The Sentry her - https://cdn.thesentry.org/wp-content/uploads/2021/11/TheBackchannel-TheS...

 

Høvundar: Barbara Holm, Jan Lamhauge, Uni Holm Johannesen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. november
Onki føroyskt orð er fyri deyting
183806
Hósdag 21. november
Ung fara av landinum at lesa
183958
Hósdag 21. november
Morgunlestur hósdagur 21. november 2024
183774
Mikudag 20. november
Mono - Dolly Parton
183927
Mikudag 20. november
Góðan morgun Føroyar
183892
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. november
Veðrið
183867
Týsdag 19. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
183834
Mánadag 18. november
3-2 (18. november 2024)
183825
Sunnudag 17. november
Guðstænasta úr Tvøroyrar kirkju
183749