Umleið 2.600 bústaðarbygningar standa tómir

Umleið 2.600 bústaðarbygningar standa tómir
Ein fesk uppgerð úr bygningsskránni vísir, at í Føroyum eru áleið 18.800 bústaðarbygningar, og av teimum eru 2.600, ella 14 prosent, uttan fastbúgvandi búfólk.
 
07.12.2021 - 13:57

Lutvíst flestir bústaðarbygningar standa tómir í Sandoy, 32 prosent í alt.

Í Suðuroy eru 21 prosent av bústaðarbygningum uttan búfólk.

Bústaðarbygningar fevna í hesum føri um sethús, tvíhús, raðhús og íbúðarblokkar.
 

 Øki  Bygningar við búfólki  Bygningar uttan búfólk  Bygningar í alt  Prosent
 Suðurstreymoy  6.245  524  6.769  8%
 Eysturoy  3.660  546  4.206  13%
 Norðoyggjar  1.931  339  2.270  15%
 Suðuroy  1.710  455  2.165  21%
 Vágar  1.145  268  1.413  19%
 Norðstreymoy  1.049  253  1.302  19%
 Sandoy  479  227  706  32%
 Tilsamans  16.219  2.612  18.831  14%

 

Seinastu tvey árini hevur ein arbeiðsbólkur við umboðum fyri Umhvørvisstovuna og Hagstovuna arbeitt við at gera eina bygningsskrá fyri alt landið. Tað var eftir áheitan frá Almannamálaráðnum.

Bygningsskráin skal eftir ætlan kunna brúkast sum grundarlag fyri øðrum skrásetingum eisini, so sum orkukeldur hjá húsarhaldunum og virði á føroyska bygningsmassanum.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, Landsbankin og Almannaráðið hava fíggjað verkætlanina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025