Nýggjur stjóri í Dátueftirlitinum

Nýggjur stjóri í Dátueftirlitinum
Tóri Højgaard tekur við starvinum 1. februar
Tóri Højgaard er nýggjur stjóri í Dátueftirlitinum.
 
08.12.2021 - 11:50

Tóri Højgaard er settur í starv sum stjóri á Dátueftirlitinum, boðar Løgmansskrivstovan frá.

Tóri Højgaard er 36 ár og løgfrøðingur. Hann hevur serligan áhuga fyri dátuvernd, fyrisitingarrætti og kunningartøkni.

Tóri Højgaard seinastu árini arbeitt sum løgfrøðingur í landsfyrisitingini, og seinasta árið hevur hann arbeitt nógv við dátuvernd og kunningartøkni.

Tóri Højgaard hevur eisini royndir úr privatu vinnuni og sum miðlafólk.

Hann tekur við starvinum 1. februar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717