Tvey fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Tvey fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp
Ferðsluóhappið hendi í Vágum
 
24.12.2021 - 11:03

Tvey fólk vóru flutt á Landssjúrkahúsið í nátt eftir eitt ferðsluóhapp. 

Ein bilur við einum manni koyrdi yvir í mótkoyrandi breyt á vegastrekkinum við Giljanes í Vágum.

Bilurin rendi frontalt inn í ein bil, og bæði fólkini í tí bilinum vóru flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Niðursett ferð er í økinum á Giljanesi, men enn er ikki greitt, um bilurin hevði ov nógva ferð, sigur Kristian Martin Joensen, vaktleiðari.

Bilførarin er handtikin fyri rúsdrekkakoyring og fyri at koyra bil uttan at hava koyrikort.

Annars var árliga rekkjukoyringin í Vágum í gjárkvøldið. Og tað gekk friðarliga fyri seg, sigur vaktleiðarin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025