Donsk flogferðsla skal vera grøn

Donsk flogferðsla skal vera grøn
Danmark setir sær sum mál, at hava minkað um samlaða útlátið við 70 prosentum í 2030. Eitt nú skal innanlands flogferðslan verða grøn.
 
02.01.2022 - 10:20


Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen segði í nýggjársrøðu sínari, at Danmark setir sær sum mál, at fáa innanlands flogferðsluna grøna áðrenn 2030. 

Hon segði kortini, at loysnin fyri hvussu hetta skal uppnáast, er enn ikki funnin. Danmark setir sær sum mál, at hava minkað um samlaða útlátið við 70 prosentum í 2030, samanborið við støðið í 1990. 

- At ferðast er at liva, og tí flúgva vit, segði forsætisráðharrin, tá hon kunngjørdi ætlannia. 

Fyrr í ár setti svenska stjórnin sær líknandi mál, skrivar BBC. Í Svøriki er málið at hava grøna flogferðslu innanlands áðrenn 2030, og at hava grøna altjóða flogferðslu  í 2045.  Svenska stjórnin hevur eisini ætlanir um at økja avgjaldið á illa dálkandi flogfør. 

Í Fraklandi er ætlanin at bannað innanlands flúgving tey støð, har tað ber til at koma vegin fram við toki undir tveir og ein hálvan tíma. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213