Bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring

Bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring
Bilførarin fekk eisini klipp í koyrikortið fyri eina ólógliga yvirháling
 
08.01.2022 - 13:01

Løgreglan steðgaði um fýra tíðina í nátt einum bili í Kaldbaksbotni, tí hann yvirhálaði á einum skákateigi.

Tað er ólógligt, og bilførarin, sum er um 50 ára gamal, fær klipp í koyrikortið. 

Men ikki nóg mikið við tað, bilførarin skuldi eisini blása í ballónina, og tá var staðfest, at hann koyrdi ávirkaður. 

Blóðroynd varð tikin av føraranum, og hann verður skuldsettur fyri promillukoyring. 

Til hendurs í Klaksvík
Í miðbýnum í Klaksvík vóru fólk farin til hendur klokkan fimm í morgun. Løgreglan kom á staðið og fekk sissa partarnar.

Og um tíggju tíðina í gjárkvøldið boðaði húsavørðurin á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík løgregluni frá, at enn einaferð er herverk framt inni á vesunum við vøllin. 

Løgreglan vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð okkurt í sambandi við herverkið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342