- Tíðindi, mentan og ítróttur
380 tilburðir í gjár
13.01.2022 - 16:20
Aktuelt›Heilsa
380 tilburðir í gjár
1787 fólk eru smittað í løtuni

Í gjár vóru 380 nýggir tilburðir staðfestir.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Hetta eru næstflestu koronutilburðir. sum eru staðfestir í Føroyum í eitt samdøgur.
Øll tey smittaðu hava fingið boð.
1787 smittað
1787 fólk eru smittað í Føroyum í løtuni.
Sjey fólk eru innløgd. Tvey eru innløgd av korona, meðan fimm eru innløgd av aðrari orsøk enn koronu.
3997 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV