Hava gjørt trý ára sáttmála

Hava gjørt trý ára sáttmála
Starvsfelagið, Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og KAF hava skrivað undir nýggjan sáttmála
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.01.2022 - 13:23

Tað bleiv semja.

Tað gjørdist greitt fyri løtu síðani, tá Starvsfelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og kommunala arbeiðsgevarafelagnum skrivaðu undir semingsuppskotið frá semingsstovninum.

Semingsstovnurin legði semingsuppskotið fyri partarnar í gjár.

 

Sáttmálin

Talan er um ein trý ára sáttmála, galdandi frá 1. oktober 2021 til 1. oktober 2024.

Semjan inniber, at lønirnar hækka soleiðis:

Tann 1. januar 2022 hækka lønirnar við 1,25 %.
Tann 1. oktober 2022 hækka lønirnar á lønarstigunum 1-20 við 740 krónum og á lønarstigunum 20-50 við 540 krónum.
Tann 1. oktober 2023 hækka lønirnar við 2,75 %.
Hetta svarar til ein samlaðan lønarkarm á 6,2 % yvir 3 ára skeiðið.

Umframt lønarbroytingarnar eru ymisar broytingar gjørdar í sáttmálunum millum ávikavist Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevararfelagið og Starvsfelagið.

SÁTTMÁLIN SÆST HER.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. desember
Norðurljóð 22.desember 2025
201436
Mánadag 22. desember
Morgunlestur mánadagur 22.desember 2025
201806
Sunnudag 21. desember
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
201811
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. desember
Veðrið
201868
Mánadag 22. desember
Guðstænasta
201865
Sunnudag 21. desember
Andakt
201817
Sunnudag 21. desember
Møti úr Betesda í Klaksvík
201807
Leygardag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201790