Havsbrún keypir lodnu frá grønlendskum skipi

Havsbrún keypir lodnu frá grønlendskum skipi
Lodnufiskiskapurin hjá føroyskum skipum byrjar væntandi fyrst í februar
Havsbrún í Fuglafirði.
 
19.01.2022 - 09:00

Havsbrún hevur keypt 2100 tons av lodnu frá grønlendska skipinum Polar Ammasak, sum fiskar fyri íslendingar. 

Íslendsku skipini landa eisini lodnu í Noregi, tí fiskiskapurin er nú so góður, at virkini í Íslandi klára ikki at taka alla lodnuna alt fyri eitt, skipini koma inn.

Føroyar eiga 30.000 tons av lodnu í íslendskum sjógvi. 

Byrja í februar

Fiskiskapurin byrjar helst fyrst í februar. Enn hevur tó einki skip fingið loyvi at fiska lodnu.

Norsk skip fiska eisini lodnu í íslendskum sjógvi. Noreg eigur 75.000 tons av lodnu við Ísland.

Tey hava higartil ikki fingið nógv, tí tey brúka nót, og lodnan stendur enn so djúpt, at hon fæst ikki við nót.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025