Sandoyartunnilin skotin ígjøgnum um 14 dagar

Sandoyartunnilin skotin ígjøgnum um 14 dagar
Enn er ikki avgjørt, hvør sleppur at skjóta seinasta skotið
Nú eru 83 metrar eftir at spreingja í Sandoyartunlinum.
 
19.01.2022 - 18:01

Um tvær vikur ella so er landfast millum Sandoynna og Streymoynna.

Arbeiðið í tunlinum gongur væl, og sambært samdøgurfrágreiðingini hjá stjóranum, Teiti Samuelsen, vanta bert 83 metrar at verða sprongdir, áðrenn søguliga dagin.

Í løtuni verður sprongt og sonderað, og lekar verða tettir. Í miðal hevur higartil verið sprongt umleið 50 metrar um vikuna. Men seinasta pettið tekur longur tíð, tí eitt víkipláss skal eftir ætlan vera júst har, skjótast skal ígjøgnum. 

Landsstýrið eigur avgerðina

Enn er ikki avgjørt, hvør sleppur at lata einasta skotið av. Ta avgerðina sleppur landsstýrið at taka, sigur Teitur Samuelsen.

Onkuntíð hevur elsta fólkið skotið seinasta skotið , og onkuntíð hava tað verið politikarar.  Í Eysturoyartunlinum lótu allir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin seinasta skotið av. 

Helst verður sprongt ígjøgnum Sandoyarmegin,  og ætlanin er at skipa fyri hátíðarhaldi í høllini á Sandi. Havandi í huga koronustøðuna, ber ikki til í løtuni at siga, hvussu hátíðarhaldið verður

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744