Assange sleppur at kæra til hægstarætt

Assange sleppur at kæra til hægstarætt
Ein bretskur dómstólur avgjørdi fyri jól, at stovnarin av Wikileaks kann útflýggjast USA, men avgerðin kann kærast.
Í USA er Julian Assange ákærdur fyri at hava almannakunngørt túsundtals loynilig skjøl á Wikileaks, í samband við amerikansku krígsførsluna í Irak og Afganistan
Mynd: Reuters  
 
24.01.2022 - 14:42

Julian Assange sleppur at kæra avgerðina um at verða útflýggjaður til USA.

Ein bretskur dómstólur avgjørdi fyri jól, at Julian Assange - maðurin sum stovnaði Wikileaks - kann verða útflýggjaður til USA. Men hesa avgerð sleppur hann nú at kæra til bretska hægstarætt.

Bretska løgreglan handtók Julian Assange á sendistovuni hjá Ekvador í London í 2019. Hann hevði søkt um friðskjól á sendistovuni, sum formliga er ekvadorisk jørð.

Í USA er Julian Assange ákærdur fyri at hava almannakunngørt túsundtals loynilig skjøl á Wikileaks, í samband við amerikansku krígsførsluna í Irak og Afganistan. Eitt nú nøvnini á trúnaðarkeldum hjá amerikansku verjuni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375