Samuel til belgiska oddaliðið

Samuel til belgiska oddaliðið
Ungi verjuspælarin hjá HB, Samuel Johansen Chukwudi, fer í næstum til belgiska oddaliðið, Royal Union Saint-Gilloise, har hann kanska fær sáttmála í summar
Samuel Johansen Chukwudi skal til Belgia at royna seg
Mynd: Havnar Bóltfelag  
 
30.01.2022 - 21:58

HB-spælarin, Samuel Johansen Chukwudi, skal til belgiska oddaliðið, Royal Union Saint-Gilloise. Tað skrivar hb.fo.

Í fyrsta umfari skal 18 ára gamli verjuspælarin fáa viðgerð og endurvenjing fyri skaða, sum hevur darvað í langa tíð, og um tað gongur eftir vild, verður sáttmáli undirskrivaður í summar.

 - Alt tað eg kann minnast, havi eg havt ein dreym um at gerast yrkisleikari. Dreymurin hevur altíð verið at spælt í eini av fimm bestu deildunum í Evropa, og hetta kann gerast eitt stig á leiðini. Men fyrst og fremst snýr tað seg um at koma fyri meg, sigur Samuel Johansen Chukwudi við heimasíðuna hjá HB.

Royal Union Saint-Gilloise er í løtuni oddalið í bestu belgisku deildini frammanfyri lið sum Club Brugge og Anderlecht, og nógv bendir á, at felagið fer at vinna meistaraheitið í ár eftir uppflytingina í fjør. Ger felagið tað, verður tað 12. meistaraheitið. Tað er kortini langt síðan seinast; síðst steypið kom til høldar var í 1935.

 - Vit harmast um at missa ein av okkara evnaríkastu spælarum, men fegnast sjálvsagt um, at Samuel fær hendan møguleikan, og at vit harvið senda enn ein leikara víðari í karrieruni, skrivar HB.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. juli
RagnarRokk: Jack Owen um Next to Die
209117
Mánadag 6. juli
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
210546
Mánadag 6. juli
HM-tíðindi 5. juli 2026
210545
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521