Boris Johnson til Ukraina

Boris Johnson til Ukraina
Bretski og pólski forsætisráðharrrin skulu hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj
Boris Johnson, forsætisráðharri í Bretlandi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
01.02.2022 - 08:43

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, og polski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki, fara í dag til Ukraina at hitta forsetan, Volodymyr Zelenskyj.

Johnson og Zelenskyj skulu m.a. tosa um russiska virksemið nærindis ukrainska markinum og bretska stuðulin til Ukraina.

Bretski uttanríkisráðharrin, Liz Truss, verður ikki við á ferðini, tí hon fekk staðfest koronu í gjárkvøldið.

Ein telefonfundur millum Johnson og russiska forsetan, Vladimir Putin, var útsettur í gjár, men Putin tosaði sama dag í telefon við franska forsetan, Emmanuel Macron.

Hetta var framhald av telefonfundinum teirra millum fríggjadagin.

Macron og Putin royna at fáa greiði á, um til ber at hittast andlit til andlits, stendur í fráboðan úr Kreml.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. mars
Morgunlestur leygardagur 21.mars 2026
205769
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918