Fjarhitafelagið fær nýggjan príspolitikk

Fjarhitafelagið fær nýggjan príspolitikk
Oljuprísurin verður ikki longur prísgrundarlagið, tá Fjarhitafelagið fer at rokna prísirnar. Hetta skal eisini gera tað bíligari at vera fjarhitakundi
 
06.02.2022 - 17:01

Fjarhitafelagið í Tórshavn hevur verið fyri ógvusligum atfinningum um sín príspolitikk, sum hevur tikið støði í oljuprísunum. Á nýggjárinum hækkaði prísurin millum tíggju og tólv prosent.
Hetta rakar serliga meint fleiri húski í Hoyvíkshaganum, sum eru bundin at vera kundar hjá felagnum, og ikki sleppa at skifta til aðra orkukeldu.
Men nú verður alt hetta broytt sambært nevndarformanninum í Fjarhitafelagnum, Tróndi Sigurðsson.

Avgerð er tikin um, at prísurin ikki longur skal roknast út frá oljuprísinum, og tað merkir eisini at kundarnir fáa bíligari hita frameftir.

Prísurin verður nú læstur fastur, og so verður rmett um hann aftur, so hvørt útbyggingarnar verða lidnar. Tað ger eisini mun, at verkið hjá Sev á Sundi nú verður bundið í aftur fjarhitaskipanina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454