USA og ES tryggja Evropa nóg mikið av gassi

USA og ES tryggja Evropa nóg mikið av gassi
Týski samveldiskanslarin hevur hitti amerikanska forsetan í Washington
Týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz, og Joe Biden, forseti, hittust í Washington í gjár
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
08.02.2022 - 09:34

Skuldi tað hent, at Russland fer at steingja fyri gassveitingini til Ukraina og Evropa, sum eina fylgju av ósemuni um Ukraina, so fara USA og ES at tryggja evropearum og fólkinum í Ukraina nóg mikið av gassi.

- Vit arbeiða við at tryggja Evropa gass, um tað ringasta skuldi hent, segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, tá hann í gjár hitti uttanríkisráðharran í ES, Josep Borrell, í Washington, skrivar Ritzau.

Partarnir siga seg stúra fyri, at Russland fer at steingja gassveitingina til Evropa,um landið ger innrás í Ukraina.

- Tað kann gerast enn ein harðrend framferð ímóti fólkinum í Ukraina, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin.

Avtalan um russiskt gass til Evropa er komin undir trýst, tí Russland letur ikki so nógv gass, sum ætlaniun hevur verið, og tað hevur havt við sær, at prísurin á gassi er nógv hækkaður.

 

Nord Stream 2 stongd

Samstundis boða amerikanski forsetin, Joe Biden og týski samveldiskanslarin, Olaf Scholz frá, at gassleiðingin, Nord Stream 2, verður stongd, um Russland loypur á Ukraina. Tað gjørdu teir á tíðindafundi í Washington.

Gassleiðingin Nord Stream, sum liggur úr Russlandi til Norðurtýsklands, er júst liðug, men enn er loyvi ikki givið at leiða gass ígjøgnum leiðingina.

Týski samveldiskanslarin ávaraði á tíðindafundinum Russland, og segði tað fáa álvarsligar avleiðingar, um russiskir hermenn taka seg inn í Ukraina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961