Størsti vøkstur í Kunoy - Størst afturgongd í Fugloy

Størsti vøkstur í Kunoy - Størst afturgongd í Fugloy
Í 10 av teimum 29 kommununum í Føroyum minkaði fólkatalið í fjør
Tað legst afturat við fólki í Kunoyar kommunu. Í fjør vaks fólkatalið 4,6 prosentum
Mynd: Savnsmynd  
 
11.02.2022 - 06:36

765 fólk komu afturat í Føroyum í fjør. 

Vøksturin er 1,4 prosent, eitt vet minni enn í 2020.

Hóast samlaða fólkatalið vaks, so minkaði fólkatalið í 10 av teimum 29 kommununum í Føroyum í fjør. 

Størsta minking í tali var í Kvívíkar kommunu.

Har búðu 624 fólk 1.januar 2021 og 601 1.januar 2022. 

 

Fugloy minkaði mest

Men í prosentum minkaða Fugloyggin mest, 7,3 prosent. Har er talan um trý fólk.

Størstu kommunurnar vuksu mest í fjør.

Í tali var størsti vøkstur í Tórshavn, Hoyvík, á Argjum og á Toftum. 

Í prosentum var størsti vøkstur í Kunoyar kommunu, 4,6 prosent.

 

765 fólk komu afturat í 2021

1.januar 2022 búðu 53.664 fólk í Føroyum.

765 fólk komu aftrat í 2021.

Vøksturin er 1,4 prosent, eitt vet minni enn í 2020.

Nettoflytingin gjørdi, at í miðal komu 44 fólk aftat um mánaðin í 2021, og burðaravloðip legði 20 fólk aftrat um mánaðin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688