Nevningarting um málið í Hvannasundi byrjar í dag

Nevningarting um málið í Hvannasundi byrjar í dag
10 dagar eru settir av til nevningatingið í Eystara landsrætti um eitt mál, har ein maður er ákærdur fyri dráp
Karina Skou, verji, krevur, at maðurin, ið aftur er ákærdur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fulø Christiansen í Hvannasundi í 2012, verður fríkendur
Mynd: Savnsmynd / Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.02.2022 - 09:09

Nevningatingið, har ein maður er ákærdur fyri dráp, byrjar í dag.

Tann 26 ára gamli maðurin, sum var ákærdur fyri dráp, var 7.juli í fjør fríkendur í nevningatingi í Føroya rætti.

Ákæruvaldið skeyt dómin inn fyri Landsrættin. 

 

Einki læknaligt prógv fyri dráp

Maðurin er ákærdur fyri um náttina 20.november 2012 at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen við á ógreiðan hátt at hava kastað ella skumpað hana á sjógv í Hvannasundi, fyri síðani at vera farin frá henni so hon druknaði. 

Nevningatingið í Føroya rætti segði einmælt, at neyðugu prógvini ikki eru løgd fram um, at maðurin hevur dripið gentuna. 

Í dóminum er dentur lagdur á, at einki læknaligt prógv er fyri, at nakað revsivert er farið fram.

 

Krevja frídøming

Eisini kundi ivi setast við nógvar vitnisfrágreiðingar, var niðurstøðan hjá nevningatinginum. 

Verjin hjá ákærda manninum, Karina Skou, sigur, at tey fara, eins og í Føroya rætti, at krevja frídøming.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Mánadag 15. apríl
Víkingur hevur sett kósina
173736
Mánadag 15. apríl
Við eymk og fret
173715
Mánadag 15. apríl
Góðan morgun Føroyar
173705
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628