Noktar seg sekan í ákæru um serliga grovan og ráan harðskap

Noktar seg sekan í ákæru um serliga grovan og ráan harðskap
Maðurin, sum er 32 ár, hevur verið í varðhaldi í Mjørkadali síðani hendingina í fjør
Skuldsetingin var drápsroynd, men nú ákæruritið er skrivað, er ákæran serliga grovur, ráur ella vandamikil harðskapur. (Savnsmynd)
 
26.05.2025 - 12:20

Maðurin, sum er ákærdur fyri serliga grovan, ráan ella vandamiklan harðskap og ólógliga inntreinging í Skálafirði 21. november í fjør, noktar seg sekan.

Skuldsetingin var drápsroynd, men nú ákæruritið er skrivað, er ákæran serliga grovur, ráur ella vandamikil harðskapur.

Maðurin, sum er 32 ár, hevur verið í varðhaldi í Mjørkadali síðani hendingina í fjør.

Sambært ákæruritinum krógvaði maðurin seg í einum bilskúri.

Tá ein maður nærkaðist skúrinum, leyp tann ákærdi fram og gav honum nevan á vangan.

Hann stakk síðani mannin ikki minni enn tvær ferðir við stórari megi í bringuna.

Maðurin fekk nøkunlunda vart fyri seg, men fekk tó stungusár høgrumegin í bringuni.

Kvívsblaðið var 13,5 sentimetrar.

 

Royndi at sleppa inn í íbúðina

Beint eftir hetta royndi tann ákærdi at sleppa inn í íbúðina, sum er í erva í bilskúrinum.

Har var fyrrverandi unnusta hansara. Hon bardist ímóti og fekk læst hurðina.

Sambært ákæruritinum ætlaði maðurin at fremja grovan harðskap móti henni, millum annað við knívinum.

Ákæruvaldið tekur fyrivarni fyri kravi um, at maðurin verður vístur av landinum, verður hann dømdur.

Fyrivarni er eisini tikið fyri endurgjaldskravi.

Maðurin er fyrr dømdur fyri at hótta víð knívi, Tað var í februar í fjør í Klaksvík.

Hann fekk 30 dagar. Revsingin er treytað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858