Vónin 45 milliónir í avlopi í fjør

Vónin 45 milliónir í avlopi í fjør
460 fólk starvaðust hjá Vónini í fjør, 100 í Føroyum
Vónin hevur tilsamans 22 deildir, tríggjar eru í Føroyum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2025 - 11:31

Vónin hevði 45 milliónir í avlopi eftir skatt í fjør. Fyrraárið var avlopið 46,6 milliónir krónur.

Vónin-samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Talan er um ymisk sløg av trolum, nótir, skiljiristir, trollemmar, og annað umframt útgerð til alivinnuna.

Samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Skotlandi, Kanada, Danmark, Noregi og Litava.

Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir. Ein deild er við Norðskála til alivinnuna, ein deild í Fuglafirði til uppisjóvarvinnuna og ein deild í Havn til botn- og rækjutrolvinnuna.

Í samtakinum eru 22 deildir.

Í 2024 var miðaltalið av starvsfólkum hjá samtakinum 460. Harav starvast 101 av teimum í Føroyum, skrivar samtakið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391