TROM við føroyskum undirteksti

TROM við føroyskum undirteksti
Á midnátt í kvøld ber til at síggja allar partarnar av føroysku krimirøðini TROM her á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, og allir partarnir vera við føroyskum undirteksti
Á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya ber til at síggja føroysku krimirøðina TROM við føroyskum undirteksti
Mynd: Viaplay  
 
16.02.2022 - 21:00

KvF er samframleiðari av TROM saman við ZDF/Arte, og í góðum samstarvi við Kykmyndir og Jón Hammer eigur KvF sostatt eisini sín part í spildurnýggju krimi-røðini.

Tí er tað sjálvsagt, at eisini KvF vísir spennandi krimirøðina, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við íblástri úr bókum eftir Jógvan Isaksen.

Deyv og tunghoyrd eru ikki gloymd, tí allir partarnir vera við føroyskum undirteksti. 

Fyri at síggja TROM við føroyskum undirtekstum her á heimasíðuni, skal hyggjarin trýsta á CC knøttin á sjálvum spælaranum og velja Føroyskt. 

TROM, føroyskir undirtekstir

Frítekst tagging: 

TROM kann eisini síggjast við føroyskum undirteksti í sjónvarpinum, tá hon verður endursend sunnukvøld. 

Hóskvøld verður TROM víst uttan undirtekstir. 

TROM, føroyskir undirtekstir

Frítekst tagging: 

 

Nógvur føroyskur filmur í sjónvarpinum

Við avgerðini um at vera ein av samframleiðarunum av TROM-sendirøðini hevur Kringvarpið víst seg sum ein stovnur, ið bæði vil og kann spæla ein leiklut, tá tað kemur til at menna føroyska filmsframleiðslu.

Umframt TROM, hevur KvF longu sent føroyskar filmar sum til dømis "Skál", "Illir andar" og "111 góðir dagar".

Seinni í ár vísir KvF eisini filmin, "Dreymar við havið", og í mars kunnu okkara yngru hyggjarar gleða seg til at síggja seks partar av sendirøðini, "Ævintýraferðin".

Kringvarpið hevur eisini gjørt avtalu um at senda ymiskar føroyskt-framleiddar stuttfilmar í næstum.

 

Føroyskur filmur undanvind

Føroysk filmsframleiðsla má sigast at hava undanvind í løtuni, og framgongdin er stór.

Føroyski public service miðilin hevur ein sjálvsagdan leiklut í hesum og eigur at vísa filmar úr Føroyum fyri øllum føroyingum.

Ásannandi, at fíggjarligar avbjóðingar liggja fyri framman, so er vónin kortini, at KvF framhaldandi fer at hava fígging og orku til at vera við til at menna føroyska filmsframleiðslu frameftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584