Hvítarussland koyrt úr HM-undankappingini í hondbólti

Hvítarussland koyrt úr HM-undankappingini í hondbólti
Play-off dystirnir millum Føroyar í Hvítarussland, sum skuldu spælast í mars, verða helst av ongum, tí evropeiska hondbóltssamgongan hevur koyrt hvítarussar úr kappingini
EHF hevur koyrt Hvítarussland úr øllum kappingunum, sum tað varðar av
 
28.02.2022 - 19:05

Play-off dystirnir, sum føroyska hondbóltslandsliðið við monnum skuldi spæla ímóti Hvítarusslandi í mars, verða helst avlýstir. 

Evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, hevur koyrt bæði hvítarussar og russar úr øllum evropeiskum hondbóltskappingum, orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sum Hvítarussland stuðlar.

Fyrri dysturin millum Føroyar og Hvítarussland skuldi spælast í Havn 16. mars, og seinni dysturin í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk, 20. mars.

EHF sigur, at tey næstu dagarnar fara at gera av, hvussu verður við teimum dystunum, sum verða ávirkaðir av avgerðini.

Um dystirnir millum Føroyar og Hvítarussland ikki verða spældir, fer Føroyar mest sannlíkt víðari til 2. og síðsta play-off umfarið, har Týskland verður mótstøðuliðið. 

Undan avgerðini hjá EHF, hevði Hondbóltssamband Føroya boðað evropeisku hondbóltssamgonguni frá, at HSF var ørkymlað um støðuna í Ukraina.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358