Eykajáttan til asfaltverk, hjálparpakka og Landssjúkrahúsið

Eykajáttan til asfaltverk, hjálparpakka og Landssjúkrahúsið
Fyrsta eykajáttanaruppskotið hjá Una Rasmussen, landsstýrismanni, verður mett at geva slakar níggju milliónir í halli
Uni Rasmussen er landsstýrismaður í fíggjarmálum.
 
07.03.2022 - 15:16

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur lagt fram uppskot um eykajáttan, sum verður mett at geva 8,8 milliónir kr. í halli.

Sjey milliónir krónur skulu brúkast til at endurnýggja Asfalt- og skervverkið hjá Landsverki. Upphæddin verður fíggjað við størri inntøkum av virkseminum hjá Landsverki í ár, sigur Fíggjarmálaráðið.

Skotið verður upp at játta 2,1 millión kr. til hjálparpakkar til vinnufyritøkur og 600.000 kr. til listafólk í sambandi við koronu. Kostnaðurin at umsita hjálparpakkarnar verður mettur til 100.000 kr.

Játtanin til koronukanningar í ár er longu brúkt, tí nógv smitta var fyrstu seks, sjey vikurnar av árinum.

Biðið verður tí um seks milliónir kr. í eykajáttan, so vanliga virksemið á Landssjúkrahúsinum ikki verður rakt, tað sum er eftir av árinum, og til koronudeildina, so hon fær virkað fyrra hálvár.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040