Tvær kærur um sexismu í løgtinginum

Tvær kærur um sexismu í løgtinginum
Tvær løgtingskvinnur, Ingilín Didriksen Strøm í Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi, hava kært sexismu í løgtinginum til formansskapin
Ingilín Didriksen Strøm og Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinnur, hava kært sexismu í løgtinginum til formansskapin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.03.2022 - 06:57

Á tiltakinum, sum varð sent beinleiðis úr Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið í sambandi við Altjóða kvinnudagin, upplýsti Ingilín Didriksen Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, at bæði Hervør Pálsdóttir í Tjóðveldi og hon sjálv høvdu kært sexismu í løgtinginum til formansskapin. 

Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, tók undir við Ingilín Didriksen Strøm, tá hon segði, at sexisma er í løgtinginum.

Tær vóru báðar við í einum orðaskifti um kvinnur í politikki. 

Ingilín Didriksen Strøm segði, at formanskapurin viðger kæruna um sexismu professionelt.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798
Mánadag 2. juni
3-2 (2. juni 2025)
192752