Abramovich sleppur ikki at selja Chelsea

bannari
Abramovich sleppur ikki at selja Chelsea
Bretska stjórnin hevur fastfryst ognirnar hjá fleiri russiskum oligarkum, og tí sleppur Roman Abramovich ikki at selja Chelsea, sum annars var ætlanin
Óvissa er um London-felagið, Chelsea, sum nú ikki verður selt kortini
Mynd: Scanpix  
 
10.03.2022 - 10:27

Russiski eigarin í Chelsea, Roman Abramovich, sleppur ikki at selja Chelsea, skrivar the Guardian og fleiri aðrir bretskir miðlar.

Bretska stjórnin hevur fastfryst ognirnar í Bretlandi hjá fleiri russiskum oligarkum, og tí er ætlaða sølan av Chelsea útsett. Orsøkin er russiska innrásin í Ukraina. 

Í skjølum frá bretsku stjórnini stendur, at Roman Abramovich er ein 'Kremlin-hugaður oligarkur', sum hevur havt tætt samband við Vladimir Putin í fleiri áratíggju, og hevur fingið framíhjárætt frá russisku stjórnini. Hetta hevur Roman Abramovich fleiri ferðir avnoktað. 

Sleppur ikki at gera nýggjar sáttmálar

Fíggjarligu revsitiltøkini hava millum annað við sær, at Roman Abramovich ikki sleppur at selja Chelsea ella seta nýggjan pening í felagið. Chelsea sleppur framvegis at virka, men tað er undir sertreytum, sokallaðum 'Russia regulations'. 

Tað merkir, at felagið ikki kann selja atgongumerki ella handilsvørur til viðhaldsfólk. Heldur ikki kann felagið keypa nýggjar spælarar ella gera nýggjar sáttmálar við spælarar, sum longu eru í felagnum. Sertreytirnar eru galdandi til 31. mai, og einki verður sagt um, hvat síðan hendir.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040