Martin Joensen heiðraður á FMA

Martin Joensen heiðraður á FMA
FMA22: Fjøllistamaðurin Martin Joensen varð í kvøld stórliga fagnaður til FMA í Norðurlandahúsinum, tá hann fekk "Ársins tónleikaheiður"
"Lívið hevur verið eitt sindur buldrasligt í seinastuni," segði ein annars sera væl upplagdur Martin Joensen, ið fekk árins tónleikaheiður
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.03.2022 - 22:03

Fagnaðurin mundi ongan enda fingið, tá Martin Joensen í kvøld varð heiðraður fyri sítt stóra íkast til føroyska tónlist, tá FMA-heiðurslønirnar vóru handaðar í Norðurlandahúsinum. 

Tað skerst ikki burtur, at Martin Joensen telist millum okkara størstu sangskrivarar nakrantíð. 

Sangir hansara eru ein long perlurøð, og fleiri eru vorðnir fólkaogn: Morgun, Ró, Svarti Ravnur, Í tínum eygum, Syrgiligt lag, Kavin kom....

Tá Góðan Morgun Føroyar í 2018 bað lurtararnar velja besta føroyska sangin seinastu 50 árini, so kom tað ikki óvart á nakran, at "Ró" endaði ovast. 

Tí var tað hósandi, at hann fekk "Ársins tónleikaheiður" í Norðurlandahúsinum.

 

Stóra takk fyri

Martin Joensen, ið herfyri fekk ein tilburð, var tó í góðum formi, tá hann tók ímóti "Ársins tónleikaheiðursløn". 

Martin segði sína søgu sum tónlistamaður, sum byrjaði sum sjey ára gamal við einari banjo við einum streingi, ið hann brúkti sum trummu. 

 

Í sambandi við handanina av "Ársins tónleikaheiðri" varð ein videokvøða til Martin Joensen spæld, har Suni Merkistein lýsti Martin sum tónlistafólk. 

Martin er bæði skald og tónaskald, staðfesti Suni Merkistein millum annað. 

Martin dugir at lýsa lívið í síni heild, har tað profana og hitt heilaga ganga hond í hond, so at lívið veruliga kennist fjølstreingjað og margbreitt.

Suni Merkistein, mentanarjournalistur

 

 

FMA22_TONLEIKAHEIDUR

 

Martin Joensen hevur givið nógvar plátur út millum ár og dag. 

Undir egnum navni:
Morgun, 1986
Skuggagestir, 1991
Blátt í støðum, 1993
Áraløg (savnsfløga), 2002
Á Brúnni, 2006
Kvøld, 2010

Við Vestmonnum:
Brot, 1983
Kanska í dag, 1985
Vestmenn 3, 1988

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Sunnudag 19. apríl
Upp á tá - 170426
207261
Sunnudag 19. apríl
Credo: C.S.Lewis 2:3
207207
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227