Tingfólk skjóta upp at minka útlátið 30 prosent

Tingfólk skjóta upp at minka útlátið 30 prosent
Tey fimm, sum hava lagt uppskotið fram, vilja eisini hava eisini hava dagførdan orku- og veðurlagspolitikk
Kristin Michelsen og Bill Justinussen er millum teirra, sum hava lagt uppskotið til samtyktar fram.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.03.2022 - 08:21

Tingfólk í fimm flokkum, Christian Andreasen í Fólkaflokkinum, Helgi Abrahamsen í Sambandsflokkinum, Bill Justinussen í Miðflokkinum, Ruth Vang í Framsókn og Kristin Michelsen í Sjálvstýri, hava lagt fram uppskot til samtyktar um vakstrarhúsgass og orku- og veðurlagspolitikk.

Tey biðja løgtingið heita á landsstýrið um at skipa so fyri, at útlátið av vakstrarhúsgassi minkar í minsta lagi 30 prosent komandi 10 árini, so útlátið verður 30 prosent minni, enn tað var í 2010. 

 

Orku- og veðurlagspolitikkur

Og tey vilja eisini hava ein dagførdan orku -og veðurlagspolitikk.

Tingfólkini vísa á, at uppskot um orku- og veðurlagspolitikk var gjørt fyri einum ári síðani.

Í tí eru uppskot um 25 átøk.

Uppskotið var í almennari hoyring, og er viðgjørt í politisku flokkunum og í politisku skipanini. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473