Google fær tríggjar milliardir í bót

Google fær tríggjar milliardir í bót
Hetta er fjórðstørsta bót fyri brot á GDPR-dátuverndarlógina higartil
 
21.09.2026 - 14:16

Leitiskipanin hjá tøknirisanum Google hevur fingið 403 milliónir evrur í bót fyri sína viðgerð av dátum um staðbinding. 

Tað svarar til tríggjar milliardir krónur í okkara peningi.

Írska dátureftirlitið hevur viðgjørt málið.

Sambært norska kringvarpinum NRK, er hetta fjórðstørsta bót fyri brot á GDPR-dátuverndarlógina higartil.

Lógin kom í gildi í mai 2018, og hon skal verja privatlívið hjá hvørjum einstøkum borgara og persónligar upplýsingar.

Sambært lógini, hevur borgarin rætt til at síggja, rætta ella strika upplýsingar, sum fyritøkur og felagsskapir hava um seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028