- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nordea-grunnurin játtað 40 milliónir til nýggjan ítróttaháskúla í Vági

Ítrottaháskúlin í Suðuroy hevur fingið játtaðar 39,8 milliónir krónur frá Nordea-grunninum í Danmark til nýggjan skúla.
Frammanundan hevur fólkatingið játtað fimm milliónir.
Ítróttaháskúlin eigur sum er ongan bygning at nýta til skúlagongd, og tí leigar hann seg inn í átta ymiskum støðum.
Miriam J. Norðberg. (Mynd av Facebook-vanga)
Skal ætlanin um nýggjan skúla verða veruleiki, má landið eisini játta í minsta lagi somu upphædd sum Nordea grunnurin til verkætlanina.
Tí fíggingin úr grunninum er treytað av, at ein verklagslóg verður samtykt í løgtinginum.
Miriam J. Norðberg, leiðari á ítróttaháskúlanum, er ikki stúrin um fíggingina. Hon heldur, at ein slíkur mennandi depil eigur at raðfestast.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
























