Lótu 800.000 kr. til neyðstødd í Ukraina

Lótu 800.000 kr. til neyðstødd í Ukraina
Tað hevur gingið væl, og tí vildi reiðaríið lata ein part av avlopinum til tey neyðstøddu, sigur Hjarnar Krogh Dalsgaard í Kinnfelli
 
29.03.2022 - 09:54

8,3 milliónir krónur vóru savnaðar inn í sambandi við stuðulstiltakið hjá Reyða Krossi í Lívdini í Hoyvík sunnukvøldið.

Har vóru nógvir ymiskir stuðlar, bæði einstaklingar, skúlaflokkar, stovnar og feløg.

Men tað var serliga ein upphædd, sum hyggjarin legði til merkis. Tað vóru tær 800.000 krónurnar frá reiðarínum Kinnfelli. 

Hendan upphæddin var størri enn nøkur onnur einstøk stuðulsupphædd sunnukvøldið.

Kinnfelli hoyrir heima í Miðvági, og eigur og rekur uppisjóvarskipið Katrin Jóhonnu.

Tað hevur gingið væl hjá reiðarínum seinastu árini, tí vildu tey geva nakað av yvirskotinum til tey neyðstøddu í samband við kríggið í Ukraina.

Tað sigur Hjarnar Krogh Dalsgaard, sum eigur í reiðarínum Kinnfelli:

 

1518172

 

Kinnfelli eigur uppsjóvarskipið Katrin Jóhonnu.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375