Løgmaður væntar at Føroyar siga ja til radaran

Løgmaður væntar at Føroyar siga ja til radaran
Bárður á Steig Nielsen er í hesum døgum á almennari vitjan í Grønlandi
Løgmaður sigur við grønlendska kringvarpið, at hann væntar, at Føroyar fara at siga ja til radaran um stutta tíð.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
31.03.2022 - 08:25

Alt bendir á, at ein radari verður settur upp í Føroyum, og endaliga avgerðin um hetta verður tikin, áðrenn summarið er komið.

Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum í hesum døgum er á almennnari vitjan í Grønlandi.

Grønland hevur eins og Føroyar ikki tikið støðu í radaramálinum.

Í samrøðu við grønlendska kringvarpið, KNR, sigur Bárður á Steig Nielsen, at málið verður viðgjørt í Føroyum, og hann er av teirri fatan, at Føroyar fara at siga ja um stutta tíð.

 

Endar í dag

Almenna ferð løgmans í Grønlandi byrjaði leygardagin og endar í dag. 

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er vertur fyri vitjanini. Teir hava millum annað umrøtt fiskiveiðisamstarv, arbeiðið í Arktiska Ráðnum og arbeiðið í Samstarvsráðnum, har Føroyar hava formansskapin.

Eisini hevur løgmaður vitjað Fróðskaparsetrið í Nuuk, ymiskar fyritøkur í grønlendska høvuðsstaðnum, og so hevur hann hitt føroyingar í Grønlandi.

Hetta er fyrstu ferð, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er á almennari vitjan í Grønlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101