Flóttafólkini kosta 15,5 mió. kr.

Flóttafólkini kosta 15,5 mió. kr.
Løgtingið er biðið um at játta pengarnar
Uni Rasmussen, landsstýrismaður, hevur lagt fram uppskot um eykajáttan í sambandi við flóttafólkini úr Ukraina.
 
06.04.2022 - 08:36

Tað fer at kosta landskassanum 15,5 mió. kr. at taka móti flóttafólkum úr Ukraina.

Løgtingið er biðið um at játta pengarnar.

Biðið verður um 1,1 millión til vinnumál. Nógv tað mesta, ein góð millión, fer til Útlendingastovuna.

Biðið verður eisini um 5,3 mió. kr. til undirvísing, 4,1 millión til heilsumál og 5,1 mió. kr. til almannamál.

Vikið er frá øllum frávikum, so uppskotið verður avgreitt í løgtinginum í dag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602