Fleiri forskúlar á veg

Fleiri forskúlar á veg
Í hesum skúlaárinum eru 244 børn í forskúla í Føroyum
Hetta skúlaárið eru níggju forskúlar í Føroyum.
Mynd: Savnsmynd  
 
07.04.2022 - 10:35

Hetta skúlaárið eru níggju forskúlar í Føroyum, og fleiri eru á veg, skrivar Skúlablaðið.

Í nógvum kommunum verður spurningurin umrøddur.

Onkrir skúlar hava avgjørt at byrja forskúla í 2023. Men í nøkrum kommunnum er ikki ætlanin at hava forskúla, skrivar Skúlablaðið.

Hetta eru Nes kommuna og Sjóvar kommuna. Á Viðareiði eru ikki ætlanir um forskúla, skrivar Skúlablaðið. 

 

244 børn

Í skúlanum á Giljanesi hava tey sett eina skipan í verk, sum minnir um skipanina á Toftum. 

Leiðslan í skúlanum vildi hava forskúla, men í skúlastýrinum eru tey ikki á einum máli um, hvørt tað er rætt at seta forskúla á stovn, sigur Annbritt Toftegaard, skúlastjóri, við Skúlablaðið.

Í hesum skúlaárinum eru 244 børn í forskúla í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098