Kommunufelagið: Rentustuðulin strikast og skuldarmarkið dagførast

Kommunufelagið: Rentustuðulin strikast og skuldarmarkið dagførast
Ein arbeiðsbólkur mælir eisini til, botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður lækkaður, og at kommunurnar skulu fáa alt meirvirðisgjaldið aftur
Kommunufelagið mælir til fleiri tiltøk til tess at styrkja kommunurnar fíggjarliga.
 
07.04.2022 - 08:35

Ein arbeiðsbólkur hjá Kommunufelagnum vil hava rentustuðulin strikaðan stigvíst fyri at styrkja kommunurnar fíggjarliga. 

Rentustuðulin er 35 prosent. Parturin hjá kommununum er 15,5 prosent, 35 mió. um árið.

Kommunufelagið heldur eisini, at kommunala skuldarmarkið verður dagført, so tað hóskar til nýggja inntøkubygnaðin, nú eldraøkið er flutt til kommunurnar.

Skuldarmarkið er ein álikning. Tað var ásett eftir kommunuskattinum.

Men nú afturberingin fyri eldraøkið er komin afturat inntøkunum hjá kommununum, er inntøkubygnaðurin broyttur.

 

Vilja hava meirvirðisgjaldið aftur

Arbeiðsbólkurin hjá Kommunufelagnum mælir til, at kommunur, eins og landið, fær alt meirvirðisgjaldið aftur.  Nú fáa tær tríggjar fjórðingar aftur, tá tær keypa vørur og tænastur.

Kommurnar rinda tí landinum 6,25 prosent í meirvirðisgjaldi. 

Eisini mælir arbeiðsbólkurin til at lækka stigvíst botnfrádráttin í kommunuskattinum.

Hann er 30.000 kr. og kostar kommununum 230 mió. kr. um árið.

Eitt annað uppskot er, at kommunurnar sjálvar áseta botnfrádráttin.

 

Kommunur skulu áseta gjøldini

Og so vil arbeiðsbólkurin dagføra gjøldini fyri heimahjálp, búpláss og umlætting. Tey eru ikki broytt síðani 2014. 

Í sama tíðarskeiði er tøka inntøkan hjá fólkapensjónistum vaksin 3.000 kr. um mánaðin. 

Arbeiðsbólkurin heldur, at kommunurnar, ikki landsstýrið, eiga at áseta gjøldini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051