- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norski verjumálaráðharrin farin frá
Norski verjumálaráðharrin Odd Roger Enoksen hevur í morgun lagt sessin frá sær.
Tað hendir eftir, at tað er komið undan kavi, at hann hevur havt kynsligt samband við eina unga kvinnu, tá hann fyri átta árum síðan var oljumálaráðharri í stjórnini hjá Jens Stoltenberg.
- Eg havi í dag fráboða floksformanninum, Trygve Slagsvold Vedum, og forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, at eg ynski at leggja frá mær sum verjumálaráðharri, sigur 67 ára gamli Odd Roger Enoksen við norsku tíðindastovuna NTB.
Røtt avgerð
Jonas Gahr Støre heldur, at nú fyrrverandi verjumálaráðharrin hevur tikið røttu avgerðina.
- Í gjárkvøldið bleiv eg kunnaður um málið, sum er atvoldin til, at Enoksen nú leggur frá sær. Eg ynski ikki, at viðmerkja innihaldið, men meti ikki, at tað, sum málið snýr seg um, er av slíkum slag, sum kann sameinast við tað álit, ið skal vera á einum ráðharra. Og tað havi eg sagt við Enoksen. Tað er tí rætt, at hann biður um umbering og leggur frá sær, sigur norski forsætisráðharrin við NRK.
Eisini floksformaðurin í Senterpartiet, Trygve Slagsvold Vedum, er samdur í avgerðini.
- Tað, at Enoksen biður um at verða loysur úr starvi sum verjumálaráðharri, er ein neyðug og rætt meting, sigur Trygve Slagsvold Vedum við NRK, og leggur afturat.
- Eitt menniskja er meira enn einstakar gerðir, men tað sum er komið undan kavi, kann ikki sameinast við tað álit, sum krevst fyri at halda fram í starvinum sum ráðharri. Mínir tankar fara til teirra, sum líða undir hansara gerðum.
Sambært aðalskrivaranum í Senterpartiet, Knut M. Olsen, kendi flokkurin ikki til málið fyrr enn VG byrjaði at viðgera tað í vikuni.
Gamalt mál
Málið byrjaði í 2005, tá Enoksen, sum tá var 50 ára gamal, møtti ungu kvinnuni fyrstu ferð.
Hon var tá 18 ára gomum, og hann tinglimur fyri Senterpartiet. Tey hittust aftur seinni sama ár, tá hon vitjaði Stórtingið saman við studentaflokki sínum.
Síðani byrjaði eitt tætt og kynsligt samband millum tey bæði, sum helt fram, meðan hann oljumálaráðharri í árunum 2005 til 2007.
Odd Roger Enoksen hevur fyri norska miðilinum VG sjálvur váttað, at tey bæði hava havt kynsligt samband.