Hilmar Eliasen fegnast um at sleppa úr SSL-stjórastarvinum

Hilmar Eliasen fegnast um at sleppa úr SSL-stjórastarvinum
Høvið var komið at gera eina fráfaringaravtalu, og tað fegnist eg um, sigur fráfarandi SSL-stjórin, Hilmar Eliasen
Hilmar Eliasen rør framundir, at tað er ein lætti at sleppa úr stjórasessinum í Strandfaraskipum Landsins
 
11.04.2022 - 17:15

Aftaná átta ár á odda fyri Strandferðsluni gevst Hilmar Eliasen í dag sum stjóri.

Høvið var komið at gera eina fráfaringaravtalu, og tað fegnist eg um, sigur fráfarandi stjórin. 

Men júst hvør orsøkin er til, at hann og Fíggjarmálaráðið hava skrivað undir eina fráfaringaravtalu hevur hann ikki hug at koma nærri inn á.  

Hilmar_1

Hilmar Eliasen leggur dent á, at talan hvørki er um, at hann hevur sagt seg úr starvi ella at hann er uppsagdur.

Talan er um eina avtalu at steðga samstarvið, sigur hann.

Hilmar_2

Fráfaringaravtalan, sum Hilmar Eliasen, Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Bjarni Askham Bjarnason, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum, undirskrivaðu í morgun, hevur verið ávegis, sigur Hilmar Eliasen.

Hilmar_3

Eitt mál, sum hevur fylgt nógv í Strandferðsluni og politisku skipanini seinastu mánaðirnar, er nýggja bíleggingarskipanin til Strandferðsluni, sum bleiv munandi dýrari enn upprunaliga ætlað.

Málið um bíleggingarskipanina er ikki orsøkin til, at stjórin og Fíggjarmálaráðið eru vorðin samd um at fara hvør sín veg.

Hilmar_4

segði Hilmar Eliasen, fráfarandi stjóri í Strandfaraskipum Landsins, við Hall av Rana.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329